COSP - trygg byrjan saman við barninum
9. september 2026

COSP - trygg byrjan saman við barninum

  • Hevur tú nakrantíð undrast á, hvat títt barn veruliga roynir at siga við sínum atburði?

  • Hvussu kanst tú veita barninum tryggleika, bæði tá tað hevur brúk fyri troyst, og tá tað vil kanna heimin?

  • Hevur tú hug at fáa betri innlit í, hvussu tú sum mamma ella pápi kanst styrkja sambandið við barnið í gerandisdegnum?

COSP stendur fyri Circle of Security Parenting og er eitt foreldraskeið, sum hjálpir foreldrum at skilja tørvin hjá barninum betur og styrkja sambandið millum foreldur og barn.

Skeiðið byggir á vitan um, hvussu børn mennast kensluliga, og hvussu vaksin best kunnu stuðla teimum í gerandisdegnum. Endamálið er ikki at gerast "fullkomin" foreldur, men at fáa amboð til at skilja og møta barninum á ein tryggan og mennandi hátt.

Hvat læra foreldur á skeiðnum?

  • skilja kenslur og atferð hjá barninum betur

  • síggja, hvat barnið roynir at siga við sínum atburði

  • styrkja tryggleikan og tilknýtið millum barn og foreldur

  • hjálpa barninum at handfara trupulleikar og sterkar kenslur

  • gerast meira tilvitað um egnan foreldraleiklut

Hví er COSP gagnlig
Tá børn kenna seg trygg og skilt, hava tey betri fortreytir fyri at mennast, læra og trívast. COSP gevur foreldrum eina einfalda og skilagóða fatan av, hvussu tey kunnu veita barninum tryggleika, bæði tá barnið hevur tørv á troyst og stuðli, og tá tað hevur hug at kanna og læra um heimin.

Hvør kann luttaka?
Skeiðið er í fyrstu syftu ætlað øllum foreldrum, sum hava fingið sítt fyrsta barn.  Tykkum nýtist ikki at hava serligar avbjóðingar í familjuni fyri at fáa ágóða av skeiðnum. COSP er viðkomandi fyri bæði foreldur og kann geva íblástur til gerandisdagin hjá teimum flestu familjunum.

Endamál
Endamálið við COSP er at styrkja sambandið millum foreldur og barn, so barnið kennir seg sætt, skilt og trygt, og foreldur kenna seg tryggari í sínari uppgávu sum foreldur.

"Børn hava ikki tørv á fullkomnum foreldrum, men foreldrum, sum royna at skilja tey og møta teimum við umsorgan og tryggleika."