
Ein góð byrjan
At fáa eitt barn er ein nýggj støða fyri øll foreldur, sum til tíðir kann kennast meira ella minni avbjóðandi.
Meira enn helvtin av øllum mammum kunnu aftaná ein barnsburð kenna seg keddar, óglaðar, at hava innara ófrið, og til tíðir eisini kenna beinleiðis angist.
Hendan kenslan kann vara frá nøkrum tímum til nakrar fáar dagar, og er sostatt rættiliga vanlig og ein normal reaktión hjá einari nýggjari mammu.
Hjá umleið 10% av mammunum gerst hetta tó varandi og kann tá føra til barnsburðartunglyndið. Barnsburðartunglyndið kann raka øll, bæði mammur, pápar, ættleiðingarforeldur o.s.fr.
Barnsburðartunglyndi
Allar mammur í Føroyum fáa tilboð um at verða kannaðar av heilsufrøðingi fyri barnsburðartunglyndið, tá barnið er umleið 2 mánaðar gamalt.
Tunglyndið í samband við barnsburð, kann vísa
seg á ymiskan hátt. Tekin til barnsburðartunglyndið kann t.d. vera eitt ella fleiri av hesum eyðkennum.
Kjarnueyðkenni:
• Ógleði
• Niðursettur hugur
• Niðursett orka
• Møði
Fylgieyðkenni:
• Kensla av vónloysi
• Kensla av máttloysi
• Manglandi orku til at taka sær av barninum
• Manglandi gleði
• Skuldarkensla
Tunglyndið kann raka øll og er ikki tekin um veikleika av nøkrum slag. Tað fæst góð hjálp fyri tunglyndið. Av tí at barnsburðartunglyndið rakar eitt tíðarskeið í lívinum, sum hevur so stóran týdning fyri alla familjuna, er týdningarmikið, at fáa hjálp so skjótt sum møguligt.
Ein góð byrjan -
er eitt ókeypis bólkatilboð fyri kvinnur í viðgongutíð og eftir barnsburð, sum byrjar í august 2025. Tú kanst seta teg i samband við tín egna heilsufrøðing, og hann hjálpir tær víðari.
Tak faldaran niður her: Ein Góð Byrjan
Les meira um barnsburðartunglyndi her