Ein góð byrjan - bólkatilboð til kvinnur í viðgongutíð og eftir barnsburð
5. mars 2026

Ein góð byrjan - bólkatilboð til kvinnur í viðgongutíð og eftir barnsburð

Nú verður aftur møguleiki hjá kvinnum, sum uppliva ótta/tunglyndi í viðgongutíð ella upp til 2 ár eftir barnsburð, at luttaka í bólkatilboði. Talan er um bólkar við umleið 8 luttakarum. Hvør bólkur møtist 2. hvørja viku, 8 ferðir í alt. Tilboðið er ókeypis.

Tíðin, tá ein gerst foreldur, kann vera bæði góð og avbjóðandi. Í sambandi við barnsburð henda stórar fysiskar og sálarligar broytingar yvir stutta tíð. Tílíkar broytingar kunnu økja um sárbarið hjá foreldrum og ávirka trivnaðin. Kanningar vísa, at umleið fimta hvør føroyska kvinna vísir tekin um mistrivnað og ótta í viðgongutíð – og at fjórða hvør upplivir mistrivnað eftir barnsburð. 

Um stúranir fylla meira enn vanligt í tí dagliga, ella tú kennir teg kedda ella máttleysa, so kann tað vera tekin um, at tín trivnaður er í vanda. Hesar kenslur eru hvørki skeivar ella ósunnar. Sum oftast er talan um natúrligar reaktiónir, sum eru íkomnar av stórum broytingum ella truplum umstøðum. 

Kennir tú teg aftur og ynskir at luttaka í bólki - ella hevur tú spurningar - kanst tú seta teg í samband við Rannvá Sloan Jørgensen á rs@rannvasloan.fo. Tú kanst eisini venda tær til tína ljósmóður ella tín heilsufrøðing í Gigni, og tey hjálpa tær víðari. 

„Ein góð byrjan” er tilboð, sum samstarvar við Ljósmøðratænastuna og Gigni um at 
veita skjóta hjálp til kvinnur, sum uppliva ótta/tunglyndi í viðgongutíð og eftir barnsburð.

Tú kanst taka faldarin niður her!

Les meira um barnsburðartunglyndi her!