Ert tú avvarðandi til ein, sum hevur barnsburðartunglyndi?
3. juni 2022

Ert tú avvarðandi til ein, sum hevur barnsburðartunglyndi?

Av tí at barnsburðartunglyndi rakar eitt tíðarskeið í lívinum, sum hevur so stóran týdning fyri familjuna, er týdningarmikið at fáa hjálp so skjótt sum tilber.

Um mamman hevur fingið staðfest tunglyndi, er týdningarmikið at hon fær hjálp frá fakfólki skjótast tilber. Skjót hjálp er besta hjálpin.

Tey flestu avvarandi vilja hjálpa, men tað kann vera ringt at vita hvussu.

Her eru 13 góð ráð um, hvussu tú kanst veita eina hjálpandi hond til eina mammu við barnsburðartunglyndi:

  1. Stuðla mammuni í at søkja sær hjálp og far við henni um neyðugt.

  2. Minst til, at mamman gerst frísk aftur við rættari hjálp og stuðli.

  3. Avlasta mammuna og bjóða teg fram at gera nakað ítøkiligt, sum t.d. at vaska klæðir, keypa inn, gera mat og ansa barninum.

  4. Tak støðuna hjá mammuni í álvara, og sig ikki, at tað gongur nokk.

  5. Tak atlit. Tunglyndi er ein álvarsom støða, sum ger, at persónurin missir førleikan at gera tað, sum annars er sjálvsagt.

  6. Lurta, rúma og tol tað, sum mamman ber fram. Gev henni møguleika at tosa um, hvussu hon upplivir sína støðu, eisini um tað, sum er trupult fyri hana. Tað er ikki neyðugt at finna loysnir og koma við ráðum.

  7. Ver um barnið. Mammur við barnsburðartunglyndi kunnu hava trupult við at møta barninum kensluliga. Hetta er í lagi, um pápin ella annar umsorganarpersónur eisini er um barnið. Hav álit á, at móðurkenslan kemur.

  8. Royn ikki at geva mammuni skuldarkenslur.

  9. Góðtak, at mamman í eina tíð ikki so væl megnar sosiala samveru t.d. føðingardagar og gestir.

  10. Um eldri systkin eru, er umráðandi, at tey fáa eina aldurssvarandi frágreiðing um støðuna og kunning um, at støðan ikki er varandi.

  11. Ikki geva góð ráð um støðuna, sum mamman er í.

  12. Kunna teg um barnsburðartunglyndið.

  13. Ver varugur við, at tú sum avvarðandi eisini kanst hava tørv á hjálp. Tak ímóti tí hjálp, sum tær verður bjóðað.

Tað er umráðandi ikki at taka yvir, men at laga hjálpina eftir tørvinum í samráð við mammuna og familjuna annars.

Les meira um barnsburðartunglyndi her.

Barnsburðartunglyndi rakar eisini pápar. Tað eru umleið 7-10 prosent av øllum pápum, sum fáa barnsburðartunglyndi. Les meira her.