Fáa tit nóg mikið av D-vitamin?
11. januar 2023

Fáa tit nóg mikið av D-vitamin?

Fáa tit nóg mikið av D-vitamin?

Danska heilsustýrið mælir til, at børn eldri enn 4 ár og vaksin dagliga fáa 5-10 mikrogram av D-vitamin ískoyti vetrarhálvuna, tvs. frá oktobur til apríl. Mælt verður eisini til, at børn frá tveimum vikum til 4 ár fáa 10 mikrogram D-vitamin dagliga alt árið.

Á okkara breiddarstigið verður ikki evnað nokk D-vitamin í húðini hjá fólki vetrarhálvuna. Tí verður mælt til, at vit dagliga taka D-vitamin ískoyti. Tó verður tilmælt, at ávísir bólkar av fólki taka D-vitamin alt árið. Tey ið longu taka eina multivitamin, har D-vitamin er í, nýtast ikki at taka eyka D-vitamin. Les meira um D-vitamin tilmæli á heimasíðu okkara her