Fer mítt barn væl við øðrum?
23. september 2022

Fer mítt barn væl við øðrum?

Tá børn fara illa við øðrum børnum, kann tað vera tekin um ójavnvág. Tað kann vera, at barnið ið happar ikki trívist. Tað kann eisini vera, at bæði børnini eru partar av einari ósunnari mentan, har tað er neyðugt at happa onnur, fyri ikki at verða útihýstur sjálvur. Bólkatrýst hevur árin á øll, og tað krevur dirvið at standa ímóti.

Tí er tað týdningarmikið, at tú sum foreldur ikki einans biður barn títt um at finnast at, ella ganga ímóti bólkinum, men at tú eisini viðurkennir, at tað kann vera trupult at standa ímóti bólkatrýsti. Les meira her