Foreldur ið rúsa seg
24. mars 2022

Foreldur ið rúsa seg

Mett verður, at umleið 1200 børn og ung í Føroyum (0-18 ár) vaksa upp í einum heimi, har rúsur er ein trupulleiki.

Tá foreldur rúsa seg, geva tey ikki børnunum nóg stóran ans. Alkoholið ella rúsevnið kemur millum børnini og foreldrini. Nøkur børn vísa, at tey hava tað trupult. Tey kunnu vera tung í huga, hava høvuðpínu, ilt í búkinum, hava trupult við at sovna og hava marruna. Eisini kunnu tey hava trupult við at hugsavna seg og koma lættari í ósemjur við onnur. Summi børn síggja út til at trívast, hóast tey hava tað trupult. Les meira á heimasíðu okkara www.gigni.fo