Frá mjólk til fasta føði
30. March 2022

Frá mjólk til fasta føði

Tað er umráðandi, at foreldur síggja og reagera upp á teknini frá barninum, tá tað er til reiðar at byrja upp á fasta føði, sigur Durita Restorff, heilsufrøðingur.

Hjá summum gongur tað ógvuliga væl, meðan hjá øðrum kann tað gerast ein heldur strævin tilgongd. At fara frá mjólk til greyt og vanligan mat.

Men hvussu kann henda tilgongdin gerast á besta hátt, hvat kann barnið eta, og eigur barnið sjálvt at koyra matin í munnin?

Hetta er nakað av tí, sum Durita Restorff, heilsufrøðingur í Gigni, tosar um í morgunsendingini. Harafturat svarar hon spurningum frá lurtarum.

Tilber at hoyra innslagið her.