Fyribyrg vøggudeyða - og slepp undan skeivum og fløtum nakka
4. March 2022

Fyribyrg vøggudeyða - og slepp undan skeivum og fløtum nakka

Danska heilsustýrið hevur endurnýggja faldaran um "Fyribyrging av vøggudeyða".

Vøggudeyði er tíbetur ógvuliga sjáldsamt. Men viðhvørt doyggja børn óvæntað, meðan tey sova og uttan at hava verið álvarsliga sjúk ella av nakrari sjónskari orsøk.

Fylgið altíð hesum ráðum, sum minka munandi um vandan fyri vøggudeyða:

  • Leggið altíð barnið á ryggin at sova.

  • Mamman má ikki roykja undir barnsburði, og barnið skal ikki fáa tubbaksroyk í seg aftaná føðing.

  • Síggið til, at barnið ikki hevur tað ov heitt, tá ið tað svevur.

Pinkubørn kunnu fáa skeivt høvd og flatan nakka, um tey liggja ov nógv á rygginum.

Bleytu beinini í pinkubarninum verða ávirkað av, hvussu høvdið liggur á undirlagnum. Liggur barnið alla tíðina í somu støðu, kann høvdið fáa skeivt skap ella barnið kann fáa flatan nakka.

Venjið eisini barnið at liggja á búkinum, tá ið tað er vakið. Tað styrkir vøddarnar í nakka og ryggi og byrgir eisini fyri, at barnið fær skeivt høvd. Tá ið barnið liggur á rygginum, hevur tað týdning at ansa eftir, at andlitið vendir við hvørt til høgru og stundum til vinstru. Tað byrgir fyri, at bara onnur síðan á skallanum verður trýst ov nógv móti undirlagnum.

Les um fyribyrging av vøggudeyða á okkara heimasíðu her.

Leinkja til danska faldarin er her.