Fysta árið við seksual kunning á miðnám komið at enda
24. juni 2025

Fysta árið við seksual kunning á miðnám komið at enda

Tað fyrsta skúlaárið síðani Gigni byrjaði seksual kunning á miðnám, er nú komið at enda. Tveir heilsufrøðingar hava verið runt á øllum miðnámsskúlum í Føroyum í tveimum umførum. Tað vil siga, at allir næmingar, sum ganga í 1. g, hava fingið tveir blokkar við seksual kunning. Tann fyrra kunningin var meira breið undirvísing og snúði seg um hvat er sex, kroppurin, fyribyrging og sex, kynshugur og samleiki, mørk og porno.

Tann seinna kunningin snúði seg um samtykki, og hvat lógin sigur.

Samstarvið við skúlarnar hevur gingið væl, og næmingarnir hava latið væl at. Vit hava havt eftirmetingar fund við allar skúlarnar og hava eisini tosað um víðari samstarv.

Vit ganga høgt uppí, at heilsufrøðingarnir hava tí nýggjastu vitanina. Tær hava tískil verið bæði í Norra og Danmark fyri at dagføra sína vitan. Ætlanin er, at tær fara aftur til Danmarkar í summar at útbúgva seg meira. 

Næmingarnir hava eftirmett kunningina so hvørt. Teir siga millum annað:

  • Eg haldi at undirvísingin var góð. Eg lærdi eitt sindur um kroppin og sera nógv um lógina. Tað er eisini deiligt, at man lærir um seksualundirvísing aftur í 1.g, tí at tað er so langt síðan at seksualundirvísingin var í fólkaskúlanum.
  • Eg haldi, at tað var mega gott, og eisini er tað umráðandi, at vit hava slíka undirvísing
  • Altíð spyrja um samtykki
  • Eg fekk nógv burturúr, men eg visti longu nógv um tað við samtykki o.a
  • Fekk nógv nýtt at vita, sum eg ikki visti