
1. oktober 2025
Gigni hevur "Opið hús"
Nær: Mikudag seinnapart frá kl. 13-15
Stað: Landavegur 30, Tórshavn
Møguleiki er at viga og máta barnið og at fáa vegleiðing í mun til bróstageving. Tilber eisini at ringja mikudag seinnapartar á tlf. 562303.
Tað er Durita Restorff, heilsufrøðingur, sum hevur opið hús. Durita hevur nógvar royndir sum heilsufrøðingur, og hon hevur eina serútbúgving innan bróstageving, sum verður kallað IBCLC. Les meira her!
Tað er ikki neyðugt at bíleggja tíð, men tað er gott at koma í góðari tíð.
"Opið hús" verður hesar dagar áðrenn jól kl. 13-15:
- 8. oktober
- 15. oktober - Heystferia
- 22. oktober
- 29. oktober
- 5. november
- 12. november
- 19. november
- 26. november
- 3. desember
- 10. desember
- 17. desember