Gigni í nýggjum hølum á Skúlatrøð
22. januar 2024

Gigni í nýggjum hølum á Skúlatrøð

- Vit eru sera fegin um at hava útvegað Gigni góðar hølisumstøður á skúlanum tætt at næmingunum og starvsfólkunum her á Skúlatrøð. Gigni ger eitt sera týðandi og grundleggjandi arbeiðið á skúlunum kring landið, og tí er umráðandi, at kommunur útvega teimum best møguligar karmar um arbeiði teirra, sigur Eyðstein Ólason Poulsen, formaður í trivnaðarnevndini børn & ung. 

Sigrun Dalsgaard Hansen, heilsufrøðingur hjá Gigni, hevur starvast í nøkur ár á Skúlatrøð, og hon fegnast um nýggju karmarnar, sum tær hava fingið á skúlanum.

Sambært lóg um fyribyrgjandi heilsutænastur til børn og ung, bera kommunurnar útreiðslurnar til viðtaluhøli hjá heilsufrøðingum.

Les meira her