Gigni nýggja heimasíðu
1. desember 2021

Gigni nýggja heimasíðu

Í dag 1. desember fær Gigni nýggja heimasíðu.

Hetta er ein heimasíða, sum hevur sera nógv kunnandi tilfar til børn, ung og foreldur. Hetta er m.a. dagført tilfar um heilsu, sum er viðmælt og góðkent av danska heilsustýrinum. T.d. hevur síðan dagførda vitan um HPV-koppseting, barnsburðartunglyndi og fyribyrging. Gigni ynskir við heimasíðuni at miðla vitan, sum bæði børn, ung og vaksin kunnu fáa gleði av. Ætlanin er støðugt at menna heimasíðuna og leggja enn meira tilfar út, eisini á enskum.

Gigni vónar at heimasíðan verður til gagns, bæði fyri børn, ung og vaksin.

Heimasíðan eitur: www.gigni.fo