Gigni søkir heilsufrøðingar / sjúkrarøktarfrøðingar at byrja í august 2024
Talan er um tímar á skúla- og smábarnaøkinum, har møguleiki er fyri at seta tímar saman, so talan gerst um fulltíðarstørv, lægri brøk, ella at leggja tímar afturat verandi starvi.
32 tímar kombinerað starv, harav 16 tímar eru á skúlanum við Løkin og 16 tímar á smábarnaøkinum í Eysturoy. Hetta er eitt 1 ára royndarstarv við møguleika fyri at leingja um setanina. Tann sum verður settur fer at samstarva við hinar heilsufrøðingarnar í økinum. Skrivstovan verður í Runavík.
12 tímar í Hoyvíkar skúla. Hetta er eitt avloysarastarv skúlárið 2024/25.
24 tímar fast starv í skúlunum á Tvøroyri og Vági.
24 tímar fast starv á Vágoynni. Talan er um 16 tímar í Skúlanum á Giljanesi og 8 tímar á smábarnaøkinum.
Vit vilja eisini kunna um Lestrarstørv/praktikkavtalur: les meira niðast í hesi lýsing.
Um ongin umsøkjari lýkur treytirnar fyri vanliga setan, kann ein sjúkrarøktarfrøðingur við serligum arbeiðsroyndum verða settur í tíðaravmarkað starv at røkja part av heilsufrøðingastarvinum.
Vit kunnu bjóða:
• sjálvstøðugt, spennandi og avbjóðandi starv
• fakligt mennandi umhvørvi
• at vera partur av einum samstarvstoymi við jaligum og eldhugaðum starvsfelagum
Førleikar og eginleikar:
Vit vænta, at tú...
• hevur útbúgving sum heilsufrøðingur
• hevur løggilding sum sjúkrarøktarfrøðingur
• hevur góð evnir at samstarva við leiðslu, starvsfelagar og onnur
• ert ábyrgdarfull/-ur og álitisvekjandi
• ert áhugað/-ur í fakligari menning
• gevur samtykki til, at Gigni útvegar barnaváttan um teg sambært §2 í barnaváttanarlógini, áðrenn setanin kann vera framd.
Sjúkrarøktarfrøðingar:
Møguleiki er eisini hjá sjúkrarøktarfrøðingum á bachelorstøði at søkja størvini, um teir lúka upptøkutreytirnar at lesa til heilsufrøðing.
Upptøkutreytirnar eru:
• útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur á bachelorstøði og danska løggilding
• royndir sum sjúkrarøktarfrøðingur, sum svara til trý ár við í minsta lagi 32 tíma arbeiðsviku – og hava royndir úr tveimum ella fleiri av ávikavist føði- og barsilsdeild, neonatologi, pædiatri, barnapsykiatri ella heimatænasta. Ein av hesum starvssetanunum skal hava verið í minsta lagi 12 mánaðir til longdar, og ein av starvssetanunum skal hava verið í minsta lagi í 6 mánaðir.
Broytingar í starvinum:
Yvirskipað kann væntast, at raðfestingar og mannagongdir kunnu broytast í sambandi við
menningartilgongdir.
Lønar- og setanartreytir:
Løn sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.
Umsókn við prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum skal sendast til heilsutrygd@heilsutrygd.fo ella til Heilsutrygd, Postsmoga 52, Klaksvíksvegur 7, FO-700 Klaksvík.
Umsóknin skal verða Heilsutrygd í hendi í seinasta lagi mikudagin 26. juni 2024.
Vilt tú vita meira um størvini, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Sólrun Foldbo, fakligan stjóra, solrunf@gigni.fo tlf. 562394.
Viðv. lestrarstørvum/praktikkavtalum:
Um tú ert sjúkrarøktarfrøðingur og ætlar at lesa til heilsufrøðing, er neyðugt at hava eina praktikkavtalu. Gigni kann gera praktikkavtalu við 2 umsøkjarar, sum ætla at fara undir útbúgving í januar 2025. Umsóknarfreistin til útbúgvingina er 21. August 2024.
Les meira á: www.kp.dk/videreuddannelser/specialuddannelse-til-sundhedsplejerske