Gigni søkir heilsufrøðingar/ sjúkrarøktarfrøðingar at byrja í august 2025
19. juni 2025

Gigni søkir heilsufrøðingar/ sjúkrarøktarfrøðingar at byrja í august 2025

Talan er um tímar á skúla- og smábarnaøkinum umframt starv á integratiónsøkinum.

Møguleiki er fyri at seta tímar saman, so talan gerst um fulltíðarstørv, lægri brøk, ella at leggja tímar afturat verandi starvi. Í nøkrum førum ber til at tillaga størv við lágari normering soleiðis, at arbeiðast kann t.d. aðru hvørja viku. Vanliga verður viðmælt, at starvsfólk í føstum starvi hava eina normering, sum er minsta lagi 20 tímar um vikuna.

Skúlastarv
21 tímar um vikuna fast starv í Sankta Frans skúla. Setanin er frá 13. august 2025.

Smábarnastarv
11 tímar um vikuna á smábarnaøkinum í Suðurstreymoy. Setanin er frá 18. August 2025.

Integratiónsstarv
20 tímar um vikuna í miðal, fast starv (ella 2 størv, sum eru 10 tímar um vikuna), har heilsufrøðingurin arbeiðir við uppgávum sambært integratiónslógini. Møguleiki er fyri at samanseta hetta starvið við onnur størv í Gigni.

 Vit vilja eisini kunna um Lestrarstørv/praktikkavtalur: les meira niðast í hesi lýsing.

 Um ongin umsøkjari lýkur treytirnar fyri vanliga setan, kann ein sjúkrarøktarfrøðingur við serligum arbeiðsroyndum verða settur í tíðaravmarkað starv at røkja part av heilsufrøðingastarvinum.

 

Vit kunnu bjóða:

·     sjálvstøðugt, spennandi og avbjóðandi starv

·     fakligt mennandi umhvørvi

·     at vera partur av einum samstarvstoymi við jaligum og eldhugaðum starvsfelagum

 

Førleikar og eginleikar:

 Vit vænta, at tú...

·     hevur útbúgving sum heilsufrøðingur

·     hevur løggilding sum sjúkrarøktarfrøðingur

·     hevur góð evnir at samstarva við leiðslu, starvsfelagar og onnur

·     ert ábyrgdarfull/-ur og álitisvekjandi

·     ert áhugað/-ur í fakligari menning

·     gevur samtykki til, at Gigni útvegar barnaváttan um teg sambært §2 í barnaváttanarlógini,   áðrenn setanin kann vera framd.

 

Sjúkrarøktarfrøðingar:

Møguleiki er eisini hjá sjúkrarøktarfrøðingum á bachelorstøði at søkja størvini, um teir lúka upptøkutreytirnar at lesa til heilsufrøðing.

 Upptøkutreytirnar eru:

·    útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur á bachelorstøði og danska løggilding

·    royndir sum sjúkrarøktarfrøðingur, sum svara til trý ár við í minsta lagi 32 tíma arbeiðsviku – og hava royndir úr tveimum ella fleiri av ávikavist føði- og barsilsdeild, neonatologi, pædiatri, barnapsykiatri ella heimatænasta. Ein av hesum starvssetanunum skal hava verið í minsta lagi 12 mánaðir til longdar, og ein av starvssetanunum skal hava verið í minsta lagi í 6 mánaðir.

 

Broytingar í starvinum:

Yvirskipað kann væntast, at raðfestingar og mannagongdir kunnu broytast í sambandi við

menningartilgongdir.

 

Lønar- og setanartreytir:

Løn sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

 Umsókn við prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum skal sendast til heilsutrygd@heilsutrygd.fo ella til Heilsutrygd, Postsmoga 52, Klaksvíksvegur 7, FO-700 Klaksvík.

Umsóknin skal verða Heilsutrygd í hendi í seinasta lagi hósdagin 3. Juli 2025 kl. 12.00.

Vilt tú vita meira um størvini, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Sólrun Foldbo, fakligan stjóra, solrunf@gigni.fo tlf. 562394.

 

Viðv. lestrarstørvum/praktikkavtalum: Um tú ert sjúkrarøktarfrøðingur og ætlar at lesa til heilsufrøðing, er neyðugt at hava eina praktikkavtalu. Gigni kann gera praktikkavtalu við 2 umsøkjarar, sum ætla at fara undir útbúgving í januar 2026. Umsóknarfreistin til útbúgvingina er týsdagin 2. September 2025 kl. 12.

Les meira á: www.kp.dk/videreuddannelser/specialuddannelse-til-sundhedsplejerske