Gigni søkir heilsufrøðingar/sjúkrarøktarfrøðingar (1)
9. juni 2026

Gigni søkir heilsufrøðingar/sjúkrarøktarfrøðingar

Talan er um tímar á skúla- og smábarnaøkinum. Harumframt kann talan vera um nakrar tímar, sum verða brúktir eftir avtalu. Starvsbyrjan er 10. august ella eftir avtalu.

Møguleiki er fyri at seta tímar saman, so talan gerst um fulltíðarstørv, lægri brøk, ella at leggja tímar afturat verandi starvi. Við hvørt er tí neyðugt at gera tillagingar í verandi størvum. Í nøkrum førum ber til at tillaga størv við lágari normering soleiðis, at arbeiðast kann t.d. aðru hvørja viku. Vanliga verður viðmælt, at starvsfólk í føstum starvi hava eina normering, sum er í minsta lagi 20 tímar um vikuna. 

Størvini:

·       Norðoyggjar og Eysturoy:

o   32 tímar um vikuna, fast starv

§  í Fuglafjarðar skúla og skúlunum í Eysturkommunu

o   32 tímar um vikuna, fast starv

§  24 tímar í skúlanum á Skúlatrøð.

§  8 tímar á smábarnaøkinum í Norðoyggjum og Eysturoy.

·       Sundalagið:

o   24 tímar um vikuna, avloysarastarv frá 10. august 2026 til 30. juni 2027

§  í skúlanum við Streymin, Eiðis skúla, Hósvíkar skúla og Hvalvíkar skúla


Sjúkrarøktarfrøðingar:

Møguleiki er eisini hjá sjúkrarøktarfrøðingum á bachelorstøði at søkja størvini, um teir lúka upptøkutreytirnar at lesa til heilsufrøðing.

 

Upptøkutreytirnar eru:

·   Útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur á bachelorstøði og danska løggilding

·   Royndir sum sjúkrarøktarfrøðingur, sum svara til trý ár við í minsta lagi 32 tíma arbeiðsviku – og hava royndir úr tveimum ella fleiri av ávikavist føði- og barsilsdeild, neonatologi, pædiatri, barnapsykiatri ella heimatænasta. Ein av hesum starvssetanunum skal hava verið í minsta lagi 12 mánaðir til longdar, og ein av starvssetanunum skal hava verið í minsta lagi í 6 mánaðir.

Um eingin heilsufrøðingur ella sjúkrarøktarfrøðingur, sum lýkur upptøkutreytirnar, søkir kunnu nakrar av uppgávunum tillagast, so at tær kunnu røkjast av øðrum sjúkrarøktarfrøðingi.

Um sjúkrarøktarfrøðingur verður settur í starvið, verður starvssetanin tíðaravmarkað til umleið eitt ár, treytað av góðkenning frá viðkomandi myndugleikum.

Vit vilja eisini kunna um Lestrarstørv/praktikkavtalur: les meira niðast í hesi lýsing.

 

Vit kunnu bjóða:

  • spennandi og avbjóðandi starv

  • fakligt mennandi umhvørvi

  • at vera partur av einum samstarvstoymi við jaligum og eldhugaðum starvsfelagum

 

Førleikar og eginleikar:

Vit vænta, at tú...

  • hevur útbúgving sum heilsufrøðingur

  • hevur løggilding sum sjúkrarøktarfrøðingur

  • hevur góð evnir at samstarva við leiðslu, starvsfelagar og onnur

  • ert ábyrgdarfull/-ur og álitisvekjandi

  • ert áhugað/-ur í fakligari menning

  • gevur samtykki til, at Gigni útvegar barnaváttan um teg sambært §2 í barnaváttanarlógini, áðrenn setanin kann vera framd

 

Broytingar í starvinum:

Gigni er í eini menningartilgongd. Tí kann væntast, at raðfestingar og mannagongdir kunnu broytast, eins og tillagingar kunnu verða gjørdar í setanarøkinum við hóskandi fráboðan.

 

Lønar- og setanartreytir:

Løn sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

Umsókn við prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum skal sendast til gigni@gigni.fo ella til Heilsutrygd, Postsmoga 52, Klaksvíksvegur 7, FO-700 Klaksvík.

Umsóknin skal verða Gigni í hendi í seinasta lagi mánadag 29. juni 2026 klokkan 13:00.

Vilt tú vita meira um størvini, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Sólrun Foldbo, fakligan stjóra, solrunf@gigni.fo tlf. 562394.

 

Viðv. lestrarstørvum/praktikkavtalum:

Um tú ert sjúkrarøktarfrøðingur og ætlar at lesa til heilsufrøðing, er neyðugt at hava eina praktikkavtalu. Gigni kann gera praktikkavtalu við 2 umsøkjarar, sum ætla at fara undir útbúgving í januar 2027. Umsóknarfreistin til útbúgvingina er mánadagin 24. august 2026 kl. 12:00.

Les meira á: www.kp.dk/videreuddannelser/specialuddannelse-til-sundhedsplejerske