Gigni søkir heilsufrøðingar/sjúkrarøktarfrøðingar at byrja í apríl 2026
6. februar 2026

Gigni søkir heilsufrøðingar/sjúkrarøktarfrøðingar at byrja í apríl 2026

Talan er um tímar á skúla- og smábarnaøkinum, umframt nakrar tímar, sum verða brúktir eftir tørvi.

Møguleiki er fyri at seta tímar saman, so talan gerst um fulltíðarstørv, lægri brøk, ella at leggja tímar afturat verandi starvi. Í nøkrum førum ber til at tillaga størv við lágari normering soleiðis, at arbeiðast kann t.d. aðru hvørja viku. Vanliga verður viðmælt, at starvsfólk í føstum starvi hava eina normering, sum er minsta lagi 20 tímar um vikuna. 

Størvini eru:

  • Norðoyggjar og Eysturoy:
    • 32 tímar um vikuna í miðal, fast starv at byrja 1. apríl 2026 ella eftir avtalu.
      • 24 tímar á skúlaøkinum í Norðoyggjum.
      • 8 tímar á smábarnaøkinum í Norðoyggjum og Eysturoy.
  • Sundalagið (Eysturoy/Streymoy)
    • 20 tímar um vikuna í miðal, fast starv at byrja sum skjótast
      • Starvið er á smábarnaøkinum í Sundalagnum. 
  • Tórshavn, men møguliga við uppgávum í øllum meginøkinum, har koyrandi er.
    • 32 tímar um vikuna í miðal, fast starv at byrja 1. apríl ella eftir avtalu.
      • Starvið er samansett, so arbeitt verður bæði á skúlaøkinum og smábarnaøkinum.
      • Integratiónsuppgávur verða væntandi eisini partur av starvinum.
      • Ætlanin er, at nakrar av uppgávunum í starvinum vera skiftandi, so møguleiki er fyri at lætta um, har nógv er at gera, ella har farloyvi og sjúkrameldingar eru.

Vit vilja eisini kunna um Lestrarstørv/praktikkavtalur: les meira niðast í hesi lýsing.

Um ongin umsøkjari lýkur treytirnar fyri vanliga setan, kann ein sjúkrarøktarfrøðingur við serligum arbeiðsroyndum verða settur í tíðaravmarkað starv at røkja part av heilsufrøðingastarvinum. 

Vit kunnu bjóða:

  • sjálvstøðugt, spennandi og avbjóðandi starv
  • fakligt mennandi umhvørvi
  • at vera partur av einum samstarvstoymi við jaligum og eldhugaðum starvsfelagum

Førleikar og eginleikar:
Vit vænta, at tú...

  • hevur útbúgving sum heilsufrøðingur
  • hevur løggilding sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • hevur góð evnir at samstarva við leiðslu, starvsfelagar og onnur
  • ert ábyrgdarfull/-ur og álitisvekjandi
  • ert áhugað/-ur í fakligari menning
  • gevur samtykki til, at Gigni útvegar barnaváttan um teg sambært §2 í barnaváttanarlógini, áðrenn setanin kann vera framd.

Sjúkrarøktarfrøðingar:
Møguleiki er eisini hjá sjúkrarøktarfrøðingum á bachelorstøði at søkja størvini, um teir lúka upptøkutreytirnar at lesa til heilsufrøðing. 

Upptøkutreytirnar eru:

  • útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur á bachelorstøði og danska løggilding
  • royndir sum sjúkrarøktarfrøðingur, sum svara til trý ár við í minsta lagi 32 tíma arbeiðsviku – og hava royndir úr tveimum ella fleiri av ávikavist føði- og barsilsdeild, neonatologi, pædiatri, barnapsykiatri ella heimatænasta. Ein av hesum starvssetanunum skal hava verið í minsta lagi 12 mánaðir til longdar, og ein av starvssetanunum skal hava verið í minsta lagi í 6 mánaðir.


Broytingar í starvinum:
Gigni er í eini menningartilgongd. Tí kann væntast, at raðfestingar og mannagongdir kunnu broytast, eins og tillagingar kunnu verða gjørdar í setanarøkinum við hóskandi fráboðan.


Lønar- og setanartreytir:

Løn sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

Umsókn við prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum skal sendast til heilsutrygd@heilsutrygd.fo ella til Heilsutrygd, Postsmoga 52, Klaksvíksvegur 7, FO-700 Klaksvík.

Umsóknin skal verða Heilsutrygd í hendi í seinasta lagi sunnukvøldið 22. februar 2026. 

Vilt tú vita meira um størvini, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Sólrun Foldbo, fakligan stjóra, solrunf@gigni.fo tlf. 562394.


Viðv. lestrarstørvum/praktikkavtalum:

Um tú ert sjúkrarøktarfrøðingur og ætlar at lesa til heilsufrøðing, er neyðugt at hava eina praktikkavtalu. Gigni kann gera praktikkavtalu við 2 umsøkjarar, sum ætla at fara undir útbúgving í januar 2027. Umsóknarfreistin til útbúgvingina er mánadagin 24. august 2026 kl. 12.
Les meira á: www.kp.dk/videreuddannelser/specialuddannelse-til-sundhedsplejerske