Gigni søkir 2 heilsufrøðingar
6. October 2022

Gigni søkir 2 heilsufrøðingar

Størvini eru:
36 tímar fast starv á smábarnaøkinum í Eysturoynni.
24 tímar tíðaravmarkað starv á skúlaøkinum í Suðuroynni. Starvið endar tann 30. juni 2023.
Størvini verða sett frá 1. desember 2022, ella eftir nærri avtalu.

Vit kunnu bjóða:
• sjálvstøðugt, spennandi og avbjóðandi starv
• fakligt mennandi umhvørvi
• at vera partur av einum samstarvstoymi við jaligum og eldhugaðum starvsfelagum

Førleikar og eginleikar:
Vit vænta, at tú...
• hevur útbúgving sum heilsufrøðingur
• hevur løggilding sum sjúkrarøktarfrøðingur
• hevur góð evnir at samstarva við leiðslu, starvsfelagar o.o.
• ert ábyrgdarfull/-ur og álitisvekjandi
• ert áhugað/-ur í fakligari menning

Møguleiki er eisini hjá sjúkrarøktarfrøðingum á bachelorstøði at søkja størvini, um teir lúka
upptøkutreytirnar at lesa til heilsufrøðing.
Upptøkutreytirnar eru:
• útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur á bachelorstøði og danska løggilding
• viðkomandi royndir sum sjúkrarøktarfrøðingur, sum svara til trý ár við í minsta lagið
32 tímar arbeiðsviku. Hesar royndir skulu vera frá minst tveimum av ávikavist føði- og barsilsdeild, neonatologi, pædiatri, barnapsykiatri ella heimatænasta. Ein av
hesum starvssetanunum skal hava verið í minsta lagi 12 mánaðir til longdar og ein av
starvssetanunum skal hava verið í minsta lagið 6 mánaðir.

Yvirskipað kann væntast, at raðfestingar og mannagongdir kunnu broytast í samband við menningartilgongdir.

Lønar- og setanartreytir:
Løn sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

Umsókn við prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum skal sendast til
heilsutrygd@heilsutrygd.fo ella til Heilsutrygd, Postsmoga 52, Klaksvíksvegur 7, FO-700 Klaksvík.

Umsóknin skal verða Heilsutrygd í hendi í seinasta lagi mánadagin 24. oktober 2022, kl. 12.00.

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Sólrun Foldbo, fakligan stjóra, solrunf@gigni.fo tlf. 562394.