Gleðir títt barn seg til jóla?
22. desember 2022

Gleðir títt barn seg til jóla?

Jólini eru nakað heilt serstakt – fyri tey flestu. Ódnir leika ofta í um hetta mundið, og kavi og kuldi noyða okkum í heitari klæðir og góðar skógvar, skulu vit ikki frysta ella bróta okkum sundur í lumpisliga svartakálkinum, tá ið tað breiðir seg útyvir vegir og gøtur kring landið.

Fyri nøkur merkja jólini, at livandi ljós kasta eitt hugnaligt og lívgandi sker út í rúmið, har smábørn sita og klippa jólavættrar og einglar út, og hugna sær óført. Úr køkinum breiður ein angi av nýbakaðum piparkøkum seg, og í eini grýtu á komfýrinum smákókar jólagløggið, hvørs eyðkenda smakk og fløvandi kenslu ein temunnur ongantíð fer at kunna eftirlíkna.

Meðan hetta er veruleikin heima hjá nøkrum børnum, veksur knúturin í búkinum hjá nøkrum øðrum børnum, tí tey stúra. Fara mamma og babba at skeldast? Fer babba at drekka? Fer mamma at verða ill við meg? Fer mamma at verða kedd, tí eg haldi jól saman við babba? Osfr…

Lat okkum sum vaksin gera tað, vit kunnu, fyri at jólini skulu vera barnanna høgtíð. Lat okkum leggja ósemjur til síðis, taka ábyrgdina frá barninum, hvar tað skal halda jól. Lat okkum gera tað hugnaligt og gott, og lat okkum vísa okkara børnum, ikki bert í orðum, men eisini í verki, at tey eru okkara jólaeinglar. Lat tey kenna, at tey hava óendaligt virði fyri okkum, og at tey eru júst, sum tey skulu vera.

Tú stjørna yvir Betlehem,
á, lat títt milda ljús
nú lýsa inn við friði og vón
í vára heim og hús!

Við hesum reglum úr einum kendum jólasálmi, ynskja vit í Gigni eini góð og friðsæl jól til øll - bæði stór og smá.