12. mai 2022
Góð ráð, tá børn eru sjúk
Tað er strævið og avbjóðandi fyri flest øll foreldur at hava sjúk børn. Onkuntíð kann tað eisini vera trupult at meta um støðuna, hvat tú sjálv/ur kanst gera, og hvat tú serliga skalt leggja merki til.
Nøkur børn fáa oftari ígerðarsjúkur enn onnur.
Barnið er føtt við andevnum móti nøkrum av sjúkunum, sum mamman hevur havt. Hesi andevnini hvørva eftir teir fyrstu 3-6 mánaðirnar, og síðani tekur barnið ógvuliga lættliga við smittandi sjúkum í eina tíð, til tað sjálvt hevur fingið ment mótstøðumegina.
Tað eru nakrir danskir barnalæknar, sum hava gjørt 8 stuttfilmir við upplýsing og góðum ráðum um sjúk børn. Síggj stuttfilmirnir her.
Les meira um tað sjúka barnið her.
Les um sjúkur og sjúkueyðkennir her.