Hagstovan talgilda heilsuupplýsingar hjá Gigni
3. oktober 2025

Hagstovan talgilda heilsuupplýsingar hjá Gigni

Vit eru so heppin í Gigni, at Hagstovan hevur bjóðað seg at talgilda journalirnar hjá einum heilum árgangi av børnum. Hetta arbeiðið er nú liðugt, og Hagstovan hevur samlað hesar upplýsingarnar og skipað teir á ein hátt, so tilber at fáa heilsudata frá hesum árganginum. Hetta er eitt frambrot fyri okkum í Gigni, tí vit hava nógvar heilsuupplýsingar, sum kundu verið nýttir til almenn hagtøl og gransking, um teir vóru talgildir og skipaðir á henda hátt. 

 

Ein neyvari meting verður tøk í næstum, sum vísir háttalag og hvat tað fer at kosta at talgilda allar heilsuupplýsingar í journalskipanini hjá Gigni. Vónandi fer politiska skipanin at síggja virðið í hesum, og játta peningin sum skal til, so hetta gerst møguligt.

 

Á myndini síggja vit nøkur av teimum, sum hava staðið fyri arbeiðinum á Hagstovuni.