Heilsufrøðingar síggja tekin um mistrivna tíðliga, og við røttum innsatsi kann rúsevnismisnýtsla fyribyrgjast
18. March 2022

Heilsufrøðingar síggja tekin um mistrivna tíðliga, og við røttum innsatsi kann rúsevnismisnýtsla fyribyrgjast

Tað var í morgun, at ein heildarætlan um rúsevnismisnýtslu varð handað løgmanni. Heildarætlanin inniheldur 58 tilmælir.

Tað sum var gjøgnumgangandi í framløguni um heildarætlanina var, at tað týdningarmesta amboðið fyri at fyribyrgja rúsevnismisnýtslu er, at børn og ung trívast og hava tað gott.

Ein kjarnuuppgáva hjá Gigni er at avdúka trivnaðar- og menningartruplleikar skjótast tilber. Heilsufrøðingar kunnu sostatt síggja tekin um mistrivna tíðliga, og ofta áðrenn trupulleikar sleppa at vaksa seg stórar.

Avbjóðingin liggur ofta í, at fáa tey røttu viðgerðartilboðini til familjurnar nóg tíðliga. Okkum manglar lág-gáttartilboð ímillum Gigni og Barnavernd, sum kann vera við til at styrkja og menna foreldraleiklutin. Eisini manglar okkum eitt yvirlit yvir tey tilboðini, sum longu nú eru og at samskipa hesi. Hetta er eisini eitt av tilmælunum í heildarætlanini.

Tað hevur týdning, at vit hugsa um alla familjuna, tá eitt barn ikki hevur tað gott. Vit kunnu ikki taka bara barnið og senda til útgreinan ella viðgerð uttan at hugsa um alla familjuna. Børnini kunnu vera symptomberar uppá, at okkurt ikki er nóg gott í umhvørvinum. Og óansæð hvør avbjóðingin er, eru foreldrini tann besta viðgerðin hjá barninum, um tey hava orku og førleikar. 

Eitt tilmæli er at kanna, um tað ber til at skipa eitt familjuhús tvørtur um geirar. Hetta hava vit í Gigni eftirlýst í langa tíð. Ein uppgáva hjá familjuhúsinum skal vera, at familjan kemur til "eina hurð", tá tey hava ein serligan tørv. Hetta kundi eisini verið eitt lág-gáttartilboð til familjuna, tá tekin vísa seg tíðliga um mistrivna hjá barninum, ella tá familjan ikki trívist. 

Tað er sera gott at hava fingið eitt tílíkt tilmæli,sum vónandi fer at verða sett í verk soleiðis, at vit skjótt fara at síggja ítøkilig úrslit.