6. mai 2024
Heilsukanningar av komandi 1. flokki
Í hesum døgum og fram móti summarferiuni fáa øll børn, ið skulu í 1. flokk tilboð um at koma til innskúling hjá heilsufrøðingunum á skúlunum. Annað foreldrið ella bæði eru vælkomin við.
Til hesa kanning verður gjørd ein rørslu- og sansakanning. Hoyrn, sjón, vekt og hædd verður kannað, umframt at prátað verður um trivnaðin og menningina hjá barninum sum heild.
Sum nakað nýtt fáa børnini eina ítróttartasku gjørda úr endurskinstilfari sum gávu, og foreldrini fáa tveir faldarar við týdningarmiklari kunning um sansa- og rørslumening og um ymisk viðurskifti, ið hava týdning fyri trivnaðin hjá barninum.
Les meira á heimasíðuni https://www.gigni.fo/skulaboern