Heilt smá børn eiga at verjast frá sterka sólarljósinum
20. mai 2025

Heilt smá børn eiga at verjast frá sterka sólarljósinum

Nú sólin skínur oman og niðan, fara stór og smá meira út at njóta hitan og ljósið. Tá er vert at minnast til, at heilt smá børn eiga ikki at vera í sólini. Tað gerst skjótt ov heitt fyri tey, og teirra viðkvæma húð kann skjótt skáldast. Síggj til, at eitt sólskjól ella okkurt annað alla tíðina skuggar fyri barninum. Verj barnið fyri afturskini av havinum ella frá hvítum sandi á túrum á sandstrond, um tit eru sunnanfyri, við at smyrja sólkrem við høgum faktori á kinnar, nasar og handarbak.

Tá ið barnið eldist og kemur út í sólina, skal tað verjast við sólhatti, løttum klæðum og sólkremi við høgum faktori.

Les meira um børn og sól her: Sól og sólverja - heilsustýrið