Heimasíða um bróstageving
28. mai 2024

Heimasíða um bróstageving

Hevur tú sæð donsku heimasíðuna um bróstageving Ammeassistenten?

Har fært tú svar uppá flestu spurningar um bróstageving. Dentur verðu m.a. lagdur á 4 høvuðsboðskapir, sum hava týdning:

  1. At hava barnið húð móti húð
  2. Góð støða at geva í
  3. Legg ofta til bróstini
  4. Hjálpið hvørjum øðrum

Hesi fýra ráðini hava stóran týdning fyri at fáa bróstagevingina at eydnast, og ráðini eru eisini góð at minna seg aftur á, tá trupulleikar stinga seg upp við bróstagevingini.

Leinkja til eitt videobrot um tey fýra bróstagevingsráðini er her.

Tað er ikki altíð, at bróstagevingin eydnast, og tað kunnu vera fleiri orsøkir til at velja bróstageving frá. Heimasíðan gevur eisini góða kunning um, hvat man so kann gera.