1. januar 0001

Hít forðar ikki HPV smittuni

HPV smittar við kynsligari samveru

HPV er eitt virus, sum er sera vanligt millum ung, og tað smittar illa. Tú følir ikki, at tú ert smittað/ur. Í flestu førum berjir kroppurin sjálvur smittuna niður, men hjá uml. 1 av 10 verður smittan verandi og kann elva til krabbamein.

Tú kanst verða smittað/ur, sjálvt um tú brúkar hít, tí virusið kann sita á húðini rundan um kynsgøgnini. HPV kann tí eisini smitta millum hendur og kynsgøgn.

Koppsetingin verjir best, um hon verður givin, áðrenn mann gerst kynsliga virkin.

HPV-koppsetingin verjir ímóti 9 sløgum av HPV, sum kunnu elva til krabbamein og móti kynsfinnum (vortum á kynsgøgnunum).

Besta verjan fæst, um tú verður koppsett/ur, áðrenn tú ert í vanda fyri at verða smittað/ur við HPV.

Tí mæla vit til, at børn verða koppsett, tá tey eru 12 ár.

Les meira her