Holbæk-Føroyar
7. november 2023

Holbæk-Føroyar

Holbæk-Føroyar er ein heldur øðrvísi háttur at hugsa um yvirvekt, enn vit eru von við, og trivnaðurin hjá barninum er í miðdeplinum. Hátturin er bygdur á vælgrundaða gransking og hevur víst seg at geva góð úrslit í mun til fleiri aðrar hættir.

Um tú ynskir, at fáa eina ávísing til Holbæk viðgerðarháttin kanst tú seta teg í samband við tín egna heilsufrøðing. Um tit ikki eru knýtt at einum heilsufrøðingi, kunnu tit skriva teldupost til gigni@gigni.fo. Viðgerðin er ætlað til børn millum 3-16 ár, og sum stríðast við vekttrupulleikar.

Holbæk viðgerðarhátturin tekur støði í, at kroppurin aktivt strembar eftir at varðveita og verja feittmongdina. Hetta hevur avleiðingar við sær, hvussu vit arbeiða við høgari yvirvekt, hvussu viðgerðin er, og hvussu vit handfara møgulig afturstig.

Holbæk arbeiðshátturin leggur dent á, at tað ikki kann setast so einfalt upp, at ein bert skal eta minni og flyta seg meira, og so minkar vektin. Vit mugu taka hædd fyri fleiri øðrum viðurskiftum, av tí at kroppurin kann gera tað soleiðis, at hann nýtir minni orku uppá at vaksa, at halda seg heitan, immunverjan verður niðursett, evnini at nørast verða verri og annað. Hetta verður alt gjørt fyri at feittmongdin í kroppinum verður varðveitt.

Fá nærri frágreiðing um hvussu kroppurin arbeiðir fyri at varðveita feittmongdina her!

Kroppurin ger alt fyri ikki at tapa seg. Fá nærri frágreiðing her!

Tað hevur týdning við týðiligum samskifti, soleiðis at øll skilja, hvussu torført tað er fyri einstaklingin at sleppa av við høga yvirvekt. Barnið og familjan skulu kenna seg hoyrd og vird og skulu kenna, at støðið verður tikið í teirra veruleika.

Hoyr innslag í KVF um Holbæk- Føroyar her!

Á hesari síðuni ber til at lesa meira um viðgerðarháttin:

Opnå varigt vægttab med Holbæk modellen | Behandling i Holbæk (jenschristianholm.dk)