Hvat ger heilsufrøðingurin í skúlanum? (3)
5. desember 2023

Hvat ger heilsufrøðingurin í skúlanum?

Útskúlakanning

í 9. flokki bjóðar heilsufrøðingurin næmingin inn til eina útskúlakanning. Har verða sjón, litsjón, hoyrn, hædd og vekt kannað. 

Heilsufrøðingurin hevur eisini eina persónlig samrøða við næmingin um lívsstíl, trivnað og likamliga, sálarliga, sosiala og kynsliga heilsu. Samrøðan tekur støði í einum spurnarblað, sum næmingurin fyllir út inni hjá heilsufrøðinginum.

Heilsufrøðingurin hevur harumframt seksualundirvísing/kynslig heilsa í flokkinum. Evnir ið verða tosað um eru m.a. kenslur, trivnaður, kropsfatan, kynslív, kynsligur samleiki, kynsligur ágangur, persónlig mørk, sosialir miðlar, kynssjúkur og fyribyrging.

Arbeiðið hjá heilsufrøðinginum er lógarásett. Sí her