Hvat ger tað við børn, at vit skelda tey? Og hvat kunnu vit gera ístaðin?
22. apríl 2024

Hvat ger tað við børn, at vit skelda tey? Og hvat kunnu vit gera ístaðin?

Børns Vilkår skrivar í einari grein, at tað er ikki neyðugt at skelda børn fyri at læra tey, hvat er rætt og skeivt. Tey skriva eisini, at ongin kann vera fyrimyndarligur hvønn einasta dag. Tolið verður royndarkoyrt viðhvørt, og tað kann henda fyri øll, at man kemur til at rópa viðhvørt ella at siga nakað, sum man ikki meinar. Serliga tá vit hava nógv at gera, eru troytt og kenna okkum trýst av øðrum tingum í okkara lívi.

Sjálvsfatanin hjá einum barni er í nógvum førum tengt at, hvønn hugburð tey vaksnu, sum eru um barnið, hava til tað. Um foreldur ella onnur, ið standa barninum nær, t.d. kalla barnið býtt, vánaligt ella ótolandi, kann tað hava við sær, at barnið fer at halda, at tað er so. Um hetta beinleiðis er til vanda fyri barnið er treytað av,  hvussu ofta tað hendir.

Tí hevur tað stóran týdning, at vit skilja, hví tað ikki er so gagnligt, at ósemjan við barnið mentist sum hon gjørdi, og hvat man kann gera fyri at bøta um sambandið aftur beinanvegin. Man má venja seg við at steðga á, anda djúpt inn og finna frið ístaðin fyri at skelda. Og annars at royna at skilja atburðin hjá barninum. Hvat roynir barnið at siga mær í støðuni? Hvørjum hevur barnið tørv á í løtuni?

Kelda: Børn har ikki brug for skældud - Børns vilkår