Hvussu uppliva smábørn tryggleika í familjuni?
13. mars 2023

Hvussu uppliva smábørn tryggleika í familjuni?

Fyri at børn kunnu trívast og mennast, er tryggleiki avgerandi neyðugt. Børn gerast trygg, tá tey kenna seg sædd, hoyrd og verða vird av teimum vaksnu umsorganarpersónunum í teirra lívi. Tað ger, at børnini kenna seg ynsktan, tey hvíla í sær sjálvum og eru trygg við sínar umstøður. Tá barnið er trygt, kann tað byrja at kanna ting og umstøður, menna seg, spæla og læra.

Á vári 2022 gjørdi danska "Børns Vilkår" eina kanning av 1153 børnum, sum vóru 5-6 ára gomul.

Børns Vilkår hevur gjørt 8 tilmælir útfrá kanningini:

  1. Lurta erftir tínum barni
  2. Slepp tær undan at skeldast, meðan barnið hoyrir
  3. Gev jaliga vegleiðing
  4. Brúka aðrar hættir enn at skelda
  5. Bið um umbering, um tú skeldaði barnið
  6. Royn so vítt sum gjørligt at sleppa undan "timeout"
  7. Raðfest nærveru og samveru við barnið
  8. Hugsa um tína skermnýtslu

Les meira um kanningina her!