Innskúlakanning

Innskúlakanning

Innan skúlabyrjan verður barnið saman við foreldrunum bjóðað til eina innskúlakanning og samrøðu hjá heilsufrøðinginum í skúlanum.

Innskúlakanningin hevur til endamáls at meta um heilsu, trivnað og menning hjá barninum í samband við skúlabyrjan. Áðrenn innskúlakanningina hava foreldrini útfylt skema við upplýsningum til heilsufrøðingin og samtykkiváttan.

Kanningin fevnir um:

  • Funktiónskanning viðvíkjandi sansabúning og motoriskum førleika

  • Eygnakanning

  • Hoyriroynd

  • Hædd og vekt

Samrøðan snýr seg eina mest um evnir sum t.d. heilsa, mat- og svøvnvanar, hugsavnan, sansamotorisk menning, málslig og sosial menning og skermvanar.

Við støði í kanningini og samrøðuni veitir heilsufrøðingurin ráðgeving til barnið og foreldrini.