Mammubólkarnir mugu bíða við at samlast
26. januar 2024

Mammubólkarnir mugu bíða við at samlast

Gigni hevur fingið boð frá Fólkaheilsustýrinum um, at tilmælið enn er galdandi um, at vit ikki kunnu samlast í mammubólkum. Hetta er fyri at fyribyrgja, at børnini fáa kikhosta. Vit fáa nýggja fráboðan fyrst í februar.

Boðini ljóða soleiðis:

Fólkaheilsustýrið vil við hesum vísa á, at tilmælið frá Landslæknanum frá 29. nov. 2023 stendur við. Fólkaheilsustýrið, sum síðani 1. jan. 2024 er avvarðandi myndugleiki á økinum, heitir tí á GIGNI og Bláa Kross  um framvegis at avlýsa mammubólkar orsakað av smittutølum fyri kikhosta.

Eisini verður heitt á foreldur um at verja børn undir tvey ár við ikki at fara í stórar samkomur við børnunum. Ansast skal serliga eftir børnum, sum ikki eru liðugt koppsett.

Smittutølini fyri kikhosta eru tó lækkandi.  Nýggj fráboðan kemur fyrst í februar.