Mammubólkarnir við teimum yngstu børnunum verða niðurlagdir árið út
25. november 2022

Mammubólkarnir við teimum yngstu børnunum verða niðurlagdir árið út

Vegna RS virus, hava vit valt at niðurleggja mammubólkarnar við teimum yngstu børnunum, fram til nýggjárs. Tað vil siga, at vit frámæla øllum mammubólkum við børnum yngri enn 3 mánaðir. Hetta er gjørt í samráð við Barnadeildina. Tað hava verið nógv børn, sum hava verið innløgd síðstu vikurnar, og tað eru serliga tey lítlu børnini, sum kunnu gerast ógvuliga sjúk av RS virus.

RS virus er ein krím sjúka, sum bæði børn og vaksin kunnu hava, og øll kunnu smitta – eisini tey vaksnu. Tað er tí umráðandi at halda frástøðu frá teimum lítlu børnunum, um vit eru forkølaði, hosta ella hava onnur sjúkueyðkennir. Sjálvandi kunnu foreldur og systkin ikki haldast burtur, men onnur vitjandi skulu hugsa seg um, áðrenn farið verður at vitja, har pinkubørn eru.

Eisini er umráðandi at foreldur ikki fara í stórar fólkamongdir ella aðrar samkomir við sínum smáu børnum. Vandi fyri smittu við RS virus er allastaðni, tá RS virus er í hæddini.

Handreinføri er allarbesta smittuverjan
Vaska hendur ofta, og hvørja ferð, tú hevur havt samband við ein, sum hevur sjúkueyðkennir. Tað er eisini týdningarmikið at vaska hendurnar, áðrenn farið verður til pinkubarnið. Minnist til at biðja systkin og onnur vitjandi um at vaska hendurnar, áðrenn nomið verður við barnið.

Les meira um RS virus her.