Nýggju almennu skíggjaráðini

Nýggju almennu skíggjaráðini

Fólkaheilsuráðið hevur átta yvirskipað skíggjaráð:

• Avmarka skíggjanýtsluna
• Et uttan skíggja
• Tosa við onnur uttan skíggja
• Hav eygnasamband við tey, sum tú tosar við
• Ver ein góð fyrimynd
• Far í song uttan skíggja
• Ger reglur fyri skíggjatíð
• Ver saman við børnum, tá ið tey brúka skíggja


Fólkaheilsuráðið hevur nú, við støði í vísindaligari gransking á
økinum, arbeitt við neyvari skíggjaráðum enn áður, og gav í 2021 út nýggjan faldara við nærri kunning um skíggjaráðini. Ráðini stuðla okkum í at gerast tilvitað um okkara skíggjanýtslu og stýra nýtsluni bæði, tá tað snýr seg um tíð, innihald og hvussu og nær vit brúka skíggja.

Vit eru umgird av tilgildum miðlum, og tøknin hevur gjørt, at samskiftismøguleikarnir við onnur eru nógv betraðir. Vit hava eisini nærum óavmarkaða atgongd til nýggja vitan og undirhald á netinum.

Hóast skíggjarnir eru komnir fyri at vera, ber til at skapa góðar skíggjavanar.

Tá foreldur nýta skíggjan nógv, kunnu børnini tulka atferðina sum um, at tey vaksnu, halda skíggjan vera týdningarmiklari enn tey. Tí er av týdningi at miðja ímóti at vera saman við barninum uttan skíggjar og geva barninum gætur, tá ið vit gera okkurt saman t.d. práta, eta ella eru á spæliplássinum. Vaksin eru fyrimyndir hjá børnunum, setið tí mørk fyri egnari skíggjanýtslu.

Í sær sjálvum er tað eingin vansi at nýta tíð við einum skíggja, men tað kann taka tíð frá øðrum týdningarmiklum virksemi.

Sum børnini verða eldri, økist skíggjanýtslan. Um tað ikki verða sett mørk fyri skíggjanýtsluni, kann tað hava neiliga ávirkan á m.a. kropsliga – og sálarligu heilsuna, vekt, svøvn, atferð, málsligar førleikar og hugsavnan hjá børnum. Kanningar vísa eisini, at samband er millum likamligt óvirkni og skíggjanýtslu.

Skíggjin hevur eisini ávirkan á okkara matvanar. Um vit eta og drekka framman fyri einum skíggja, er størri vandi fyri, at vit eta meira enn okkum tørvar, og at maturin er minni heilsugóður, tí vit ikki eru líka varug við, hvussu nógv vit eta, og hvat vit eta.

Skíggjanýtsla fyri songartíð ger tað trupult hjá børnum at sovna skjótt og ávirkar svøvngóðskuna. Børnini fara seinni í song og verða órógvaði av telefonini um náttina, tí tey fáa fráboðanir á snildfonini ella teldlinum.

Við at øll familjan í felag prátar saman og ger avtalur um skíggjanýtsluna, ber til at fáa góðar skíggjavanar.

Les um nýggju almennu skíggjaráðini her

Kelda: Almennu skíggjaráðini - Fólkaheilsuráðið