Nýtt amboð til kanning av smábørnum
1. februar 2022

Nýtt amboð til kanning av smábørnum

Allir heilsufrøðingar, sum arbeiða við smábørnum í Føroyum, hava nú ognað sær eina nýggja útbúgving og hava førleikament seg til at brúka ein nýggjan kanningarhátt av smábørnum

ADBB, sum kanningarhátturin verður róptur, er ein stytting av Alarm Distress Baby Scale. Hetta er ein háttur, sum verður brúktur í nógvum ymiskum londum, og nógvir heilsufrøðingar í Danmark hava brúkt ADBB í fleiri ár.

ADBB er ment av fronskum lækna til at kanna sosialu førleikarnar hjá smábørnum fyri at kunna avdúka tíðliga, um barnið hevur avbjóðingar á sosiala økinum.

Heilsufrøðingarnir kanna longu í dag sosialu førleikarnar hjá børnunum, men ADBB-kanningarhátturin er meira skipaður og ger, at heilsufrøðingurin lættari kann gera sær eina heildarmeting av sosialu førleikunum hjá barninum.

ADBB, sum er vísindaliga grunda, ger tað lættari at varnast avbjóðingar og tekin, sum vísa seg tíðliga, tá barnið hevur avbjóðingar við tilknýtinum og samspælinum við sínar umsorganarpersónar.

Átta ymisk øki

Tað eru átta ymisk øki, sum verða kannað. Hesi eru andlitsbrøgd, eygnakontakt, rørslustøði, sjálvstimbrandi atferð (selvstimulering), vokalisering, hvussu skjótt barnið reagerar upp á stimulatión, hvussu barnið megnar at vera í einari relatión, og hvussu barnið megnar at halda fast í uppmerkseminum.

Kanningin kann vara 3-15 minuttir, og tað er í samspælinum við heilsufrøðingin, at støðan hjá barninum verður mett.

Sosialt afturhaldni

Sosialt afturhaldni hjá børnum er ein náttúrligur verndarháttur og gevur í sær sjálvum ikki orsøk til stúran.

Hetta er ein vanligur háttur hjá pinkubørnum at regulera seg við, men bert í heilt stutta tíð. Um barnið vísir tekin um sosialt afturhaldni í ein dag, eina viku ella meira, kann tað vera ein verndarháttur hjá barninum at tilpassa seg til nakað, sum ikki er í lagi.

Orsøkin til sosialt afturhaldni kann vera knýtt til barnið sjálvt ella til samspælið við sítt umhvørvi. Orsøkirnar kunnu t.d. vera, at barnið er føtt ov tíðliga, alkoholskaðar, lág føðivekt og viðfødd brek. Orsøkin kann eisini liggja hjá umsorganarpersónum, um atferðin hjá teimum er óvæntað (uforudsigelig), áleypandi, ella um umsorganarpersónurin ikki reagerar upp á tekini hjá barninum í nóg stóran mun.

Sjálvur ADBB-kanningarhátturin sigur einki um, hvør orsøkin er til, at eitt barn hevur avbjóðingar sosialt. Hetta er nakað, sum heilsufrøðingurin má fylgja upp upp á og seta neyðug tiltøk í verk.

Afturhaldni og avleiðingar

Vísir eitt barn tíðliga tekin um, at tað hevur avbjóðingar sosialt, kann hetta hava keðiligar avleiðingar seinni í lívinum. Fleiri kanningar vísa á, at børnini kunnu hava trupulleikar við tilknýtinum, tá tey eru eitt ára gomul. Tá tey eru um 2½ ára aldur, er vandi fyri, at tey ikki mennast nóg væl málsliga og kognitivt, og evnini at samskifta við onnur gerast verri. Um 3-ára aldur eru tað fleiri, sum hava trupulleikar við tilknýtinum. Um 5-ára aldur er størri vandi fyri, at tey hava atferðartrupulleikar - og um 6-ára aldur er vandi fyri, at tey hava eitt lægri IQ.

Skipað tilboð vanta

ADBB-kanningarhátturin er eitt gott amboð hjá heilsufrøðingum, men tað kann vera ein avbjóðing at finna røttu hjálpina til familjuna, tí vit hava ov fá skipað tiltøk at seta í verk, tá ein barnafamilja hevur avbjóðingar.

Ynskiligt hevði verið, at vit høvdu eitt lággáttartilboð, har familjur kundu fingið vegleiðing og hjálp til at rætta upp á nøkur viðurskifti, sum hava týdning fyri barnins menning og førleikar.

Tað loysir seg at arbeiða fyribyrgjandi, bæði menniskjansliga og fíggjarliga.

Byrjað verður 1. februar

Sólrun Foldbo, sum er fakligur stjóri í Gigni, ið veitir heilsutænastur til børn og ung, sigur, at tey eru spent upp á nýggja kanningarháttin, sum verður settur í verk hin 1. februar.

- Hetta er eitt amboð, sum fer at hjálpa okkum at avdúka møguligar avbjóðingar, sum børnini kunnu hava og harvið seta inn við rættari hjálp so tíðliga sum tilber, sigur fakligi stjórin í Gigni.