Nýtt poddvarp hjálpir foreldrum at tosa við ung um rúsevni
Føroyskir myndugleikar og stovnar vísa á, at nógv rúsevni eru í Føroyum, og at rúsevnismisnýtsla er ein stór avbjóðing.
Ein kanning, sum varð gjørd millum miðnámsskúlanæmingar í Føroyum í 2021, vísti, at 26% av næmingunum søgdu seg hava roynt rúsevni, meðan meira enn helvtin hevur fingið bjóðað rúsevni.
Seinastu árini eru fleiri ung í Danmark, enn áður, vorðin bundin av opioidum (sterkur pínudoyvandi heilivágur). Tað kann hava stórar og álvarsamar fylgir fyri tann unga, og tey sum eru rundan um.
Tá tað kemur til nýtslu av opioidum í Føroyum, liggja vit tó, sambært tølum frá 2022, lægri enn tey norðurlondini, vit ofta samanbera okkum við.
Tá foreldur eru stúrin um, at teirra barn roynir opoidir ella onnur rúsevnir, fylgja ofta truplar kenslur við. Skuldarkensla, skomm og stúranir kunnu vera við til at økja um frástøðuna millum foreldrini og tann unga – júst tá tørvurin á góða sambandinum er størstur.
Hjá foreldrum, kann tað vera trupult at vita, hvussu man á bestan hátt kann hjálpa.
Tí er danska heilsustýrið og keypmannahavnar kommuna komin við nýggum poddvarpi “Stof til eftertanke”, sum er um opioidir og onnur rúsevni. Tað er í trimum pørtum. Poddvarpið vendir sær til foreldur og er ískoyti til ta vitan og tilmælið, ið Sundhedsstyrelsen longu er komið við. Harafturat hevur Sundhedsstyrelsen eisini útgivið ein stuttan film til foreldur, sum eru í hesari truplu støðu. Trýst á leinki sst.dk/opioider.
Málið er, at poddvarpið gevur foreldrum og øðrum vaksnum, sum eru um tann unga, betri fyritreytir fyri at vita, hvussu tey skulu bera seg at og taka ábyrgd. Hetta er fyri, at færri ung gerast bundin, tí tað kann hava lívslangar fylgir við sær.
Keldur:
Ny podcast - Sundhedsstyrelsen
Dagur.fo | – Nýtslan er lægri enn í hinum norðurlondunum