Ov lítil undirtøka fyri HPV-koppseting.
27. April 2022

Ov lítil undirtøka fyri HPV-koppseting.

Heilsumálaráðið kom í apríl 2022 við nýggjari krabbameinsætlan fyri Føroyar. Í krabbameinsætlanini er m.a. tilmæli um HPV koppseting til allar gentur og allar dreingir í Føroyum.

HPV-koppsetingin verjir ímóti teimum sløgunum av HPV-virusum, sum elva til nógv teir flestu tilburðirnar av lívmóðurhálskrabbameini. Koppsetingin verjir eisini ímóti fleiri øðrum sløgum av krabbameini, t.d. krabba í baktarmsopinum (hjá kvinnum og monnum), krabbamein í skeiðini og krabbamein í útvortis kynsgøgnum hjá kvinnum.

HPV-koppsetingin verjur harafturat væl móti teimum báðum sløgunum av HPV, sum elva til umleið 90% av tilburðunum við kynsfinnum.

Gentur í aldrinum 12-27 ár og dreingir í aldrinum 12-17 ár kunnu verða koppsett ókeypis ímóti HPV.

Av kvinnum, sum eru føddar í árunum 1997-1999, hava at kalla allar tikið av tilboðnum um HPV koppseting. Men tá talan er um kvinnur, sum eru føddar í tíðarskeiðinum 2000-2008 var undirtøkanmillum 41-79 %. Undirtøkan millum menn at taka av tilboðnum um HPV koppseting er lág í øllum aldursbólkum. Undirtøkan liggur millum 1-28%. Hagtøl vísa, at undirtøkan hjá bæði kvinnum og monnum fyri HPV koppsetingini sum heild er alt ov lág, og tí er tørvur á at seta munadygg tiltøk í verk, til tess at økja um undirtøkuna fyri koppsetingini. Kelda: Krabbameinsætlan fyri Føroyar - apríl 2022

Lesa meira um HPV-koppseting á heimasíðu okkara www.gigni.fo