Raðfest familjuna, eisini um tað kostar at siga nei til annað
13. februar 2022

Raðfest familjuna, eisini um tað kostar at siga nei til annað

Tað er sera umráðandi, at familjan verður raðfest fyri at trívast. Og fyri at familjan skal trívast er neyðugt at brúka tíð saman. Gigni vil gera vart við, at tað er í lagi og eisini til tíðir neyðugt at velja familjuna framum okkurt annað.

Barnið mennist í sampæli við onnur, og tískil er tað neyðugt, at foreldrini eru tilstaðar, eisini mentalt. Hetta inniber, at vit mugu læra okkum at leggja skíggjar og annað, sum órógvar til viks og geva børnunum okkara fulla uppmerksemi.

Leikluturin hjá pápanum hevur eisini sera stóran týdning fyri eina familju. Tað eru kanningar, sum vísa, at um páparnir virkið taka lut í uppalingini av børnunum, so fáa gentubørn færri sálarligar trupulleikar og dreingjabørnini færri atferðartrupulleikar. Harafturat er tað størri sannlíkindi fyri at parlagið heldur.

Um børnini hava gott samband við síni foreldur, hvíla tey meira í sær sjálvum, tora betri at taka egnar avgerðir og lata seg ikki so lætt stýra av vinum til at gera ymiskt, sum er óheppið.

Tískil vil Gigni minna okkum øll á ABC boðskapin:

  • at vera virkin saman við familjuni
  • at vera saman sum familja
  • at vera hugbundin saman við familjuni

Gigni hevur samstarv við Fólkaheilsuráðið um ABC verkætlanina. Les meira her.