Regnslag og barnavognar
Eitt regnslag hoyrir til flest allar barnavognar, og tað kann vera gott í øllum regninum hjá okkum. Tað er tó nøkur viðurskiftir, ið vit skulu hugsa um, tá vit brúka regnslag til vognin.
Til summar barnavognar, ið hava varufakta-eyðkennismerki, hoyrir eisini eitt góðkent regnslag, sum er mett um og góðkent at tryggja barninum nóg nógva luft. Onnur regnsløg kunnu ikki verða viðmæld. Hyggið javnan eftir elastikkinum í regnslagnum. Er tað ov leyst, kann sjálvt eitt lítið barn hála regnslagið inn og koma í vanda fyri at kvalast. Nýtið tí bara regnslag, tá ið tit fara túr við barninum í regni. Ansið eisini eftir, um regnslagið "andar", so at døgg ikki legst á innsíðuna.
Set barnavognin undir eitt hálvtak, um tað regnar, tá ið barnið skal sova úti, og brúkið ikki regnslagið tá.
Hóast vit í Føroyum ikki verða rakt av hitabylgju, hevur tað týdning at ansa eftir, at børnini ikki blíva ov heit. Flestu pinkubørn í Føroyum sova úti um dagin, og tað er sera gott við frískari luft. Tað hevur tó týdning, at klæðini verða lagaði til hitan og at vognurin ikki verður ov nógv dekkaður.