Rørsla og spøl
20. juli 2022

Rørsla og spøl

At røra seg er ein týdningarmikil partur av einum heilsugóðum lívi hjá børnum og vaksnum. Sundhedsstyrelsen mælir til, at børn røra seg í minsta lagi 60 min. um dagin. Rørslan skal vera við miðal ella høgari styrki. Minst tríggjar ferðir um vikuna eigur rørslan at vera við høgari styrki í minst 30 minuttir í senn, fyri at økja um konditión og vøddastyrki.

Hetta kann t.d. verða við at fara ein túr í náttúruna ella við at spæla rørsluspøl. At spæla halda børnini sum oftast verða stuttligt, og serliga hugaligt er tað, tá tey vaksnu eru við.

Rørsla á ymiskan hátt mennir barnið. Bæði tá ið viðvíkur vøddar og styrki í liðum, men eisini viðvíkjandi javnvág, samskipan, samspæli o.s.fr. Tað er eisini gott fyri likamligu og sosialu menningina.

Børn røra seg einamest við at spæla, og tað er eisini týdningarmikið, at rørsla í mestan mun kennist sum eitt spæl fyri barnið. Tað hevur týdning, at barnið kann hava tað stuttligt, meðan tað rørir seg, og tí eru ymisk rørsluspøl væl hóskandi fyri at fáa børn at røra seg í gerandisdegnum.

At spæla ymisk spøl úti er eisini eitt gott høvi hjá børnum og vaksnum at hava góðar felagsløtur, og tað er ein góður møguleiki at menna samspælið.

Les meira á okkara heimasíðu her.

Hugskot til spøl