RS-virus ger um seg
7. November 2022

RS-virus ger um seg

RS virus (Respiratory Syncytial virus) er eitt forkølilsis-virus, sum serliga smábørn kunnu gerast sera sjúk av.

Sjúkan er oftast at síggja í árligum epidemium frá novembur til apríl mánað og trívist hon tíanverri serliga í umhvørvum, har nógv børn eru saman sum eitt nú í vøggustovum og barnagarðum.

Ofta verður ein smittaður í gjøgnum vætu úr nøsini, og tí er tað av alstórum týdningi at vaska hendur, um ein eitt nú hevur turkað nøsina á einum barni. Sjúkan brýtur út 3-7 dagar eftir at ein hevur verið útsettur fyri smittu.

Tá eitt barn hevur haft RS-virus, er ein ofta vardur móti sjúkuni fyrstu tíðina. Tað er sjáldsamt at gerast sjúkur 2 ferðir sama vetur av RS-virus, men næsta vetur er ein aftur eins móttakiligur og børn sum ikki hava haft sjúkuna.

Fyri at staðfesta RS-virus, verður ein slímprøvi sogin úr nøsini og sendur til kanningar.

Sjúkueyðkenni
RS-virus setir seg ofta í oyru, eygu, hálsin og bronkiur. Tað líkist einum sera ringum forkølilsi, har barnið hostar, hevur nógv og seigt slím og høgan fepur, er slakk og ofta trongt eins og við astma bronkitis.

Hvat skal ein ansa eftir?
Ansa serliga eftir um barnið hevur trupulleikar við at anda ella um tað drekkur ov lítið. Í so fall kann tað vera alneyðugt at barnið er innlagt at fáa hjálp at anda og taka vætu til sín.

Viðgerð
Eins og við flest øðrum virus-sjúkum er ongin viðgerð fyri sjálva virussjúkuna. Viðgerðin stílar mest ímóti at linna um og at viðgera møguligar avleiðingar, ið kunnu verða komnar av sjúkuni. Vanliga er bert neyðugt at geva inhalatións viðgerð við saltvatni, at loysa slím og gera tað lættari at hosta slímið upp.

Tey minstu børnini, ið hava trupulleikar við at anda, kunnu hava tørv á at hava eina trakt við ilt framman fyri andlitinum. Gerst barnið heilt illa fyri, kann gerast neyðugt við sonevnda CPAP-viðgerð, har luft verður blást beinleiðis í nøsina fyri at gera tað lættari hjá barninum at anda. Til tíðir verður ein onnur viðgerð, PEEP-maska, brúkt nakrar ferðir um dagin, sum eisini hjálpir at loysa seigt slím.

Saltvatnsdropar til nøsina kunnu eisini nýtast fyri at loysa seigt snor, ið er ein av høvuðsorsøkunum til, at barnið ikki fær andað nóg væl. Tunt snor hjá lítlum børnum kann súgvast burtur við einum gummi súgvisproytu (Olivenknop) sum er at fáa á Apotekinum.

Nasadropar, sum minka um hevilsið av slímhinnunum (til dømis iliadin 0,1 mg/ml), fáast í handkeyp á Apotekinum men eiga ikki at verða nýttir í meira enn 3-4 dagar.

Fyribyrging
Sum áður nevnt er reinføri sera týdningarmikið, serliga hvat viðvíkur hondvask, tá ein hevur verið í samband við tað sjúka barnið. Sjúkan er so vanlig, at tað í verki ikki ber til at sleppa undan smittu um veturin í skúlum og dagstovnum. Ein kann royna at fyribyrgja smittu av pinkubørnum við ikki at hava tey við, har nógv børn eru. Tað er eingin vaksina mót RS-virus.

Dagstovnar/skúlar
Barnið kann fara á stovn, tá tað ikki longur hevur fepur ella hostar og orkar at spæla við onnur børn.

Tilfarið er tikið úr einum faldara hjá Barnadeildini. Sí her!

Sí meira um sjúkur og sjúkueyðkennir her. 

Sí meira um tað sjúka barnið her.