Sólrun Foldbo sett sum fakligur stjóri í Gigni
4. juni 2021

Sólrun Foldbo sett sum fakligur stjóri í Gigni

Heilsutrygd hevur sett Sólrun Foldbo í starv sum fakligur stjóri í Gigni 4. juni 2021.

Sólrun Foldbo er 49 ára gomul og útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur í 1996. Sólrun tók prógv sum heilsufrøðingur í 2009.

Sólrun hevur m.a. royndir sum sjúkrarøktarfrøðingur á sjúkrahúsi, í heimarøktini og á ellisheimi. Síðani hon fekk prógv sum heilsufrøðingur í 2009, hevur hon fyri tað mesta starvast sum smábarnaheilsufrøðingur.

Sólrun hevur eisini royndir sum fakligur stjóri í Gigni, tí hon røkti hetta starvið í tíðarskeiðinum 2017 til 2019.

Sólrun tekur við starvinum sum fakligur stjóri í Gigni 1. juli 2021.