Tá børn sova úti í góða veðrinum
19. mai 2025

Tá børn sova úti í góða veðrinum

Lat barnið hóskandi lætt í, og legg dýnuna ella eitt teppi lætt yvir barnið, sum hitin nú er. Set barnavognin í skugga og flyt vognin, hvørvur skuggin, meðan barnið svevur. Breið mýggjabitanet yvir vognin. Hong ikki toyblæu fyri opið á vogninum. Hon skerjir luftskiftið og kann vera orsøk til, at tað gerst ov heitt inni í vogninum.

Barnið kann fara at sova úti, tá ið tað byrjar at tyngjast eftir føðingina og annars trívist væl. Pinkubørn tola hvørki kulda ella sterkan varma, og tí er tað umráðandi at lata barnið í eftir veðrinum og kanna hitan fleiri ferðir, meðan barnið svevur. Tað gera tit best við at nerta við og vita, um hitin á bringu ella nakka á barninum, kennist hóskandi.

Latið barnið í eftir veðri og hita, og vitið regluliga, at barnið hvørki hevur tað ov heitt ella kalt.

Lættið dýnuni og/ella latið barnið úr yvirklæðunum, fara tit inn, t.d í handil.

 

Regnslag

Um tit nýta regnslag, lat tað so vera eitt góðkent regnslag, sum er mett um og góðkent at tryggja barninum nóg nógva luft. Hyggið javnan eftir elastikkinum í regnslagnum. Er tað ov leyst, kann sjálvt eitt lítið barn hála regnslagið inn og koma í vanda fyri at kvalast. Nýtið tí bara regnslag, tá ið tit fara túr við barninum í regni. Ansið eisini eftir, um regnslagið “andar”, so at døgg ikki legst á innsíðuna.

Set barnavognin undir eitt hálvtak, um tað regnar, tá ið barnið skal sova úti, og brúkið ikki regnslagið tá.