Telefonráðgeving mánadag til fríggjadag frá kl. 19.00-21.00
22. mai 2023

Telefonráðgeving mánadag til fríggjadag frá kl. 19.00-21.00

Telefonráðgevingin hjá Gigni svarar mánadag til fríggjadag frá kl. 19.00-21.00. Tað eru heilsufrøðingar, sum svara telefonini.

Telefon nummarið er 562323.

Øll kunnu ringja til telefonráðgevingina.

Telefonráðgevingin er m.a. ætlað til foreldur, sum hava avbjóðingar við bróstageving. Onnur eru tó eisini vælkomin at ringja, um okkurt er, sum stingur seg upp og ikki kann bíða til næsta arbeiðsdag.

Les meira um bróstageving á okkara heimasíðu her.