1. mai 2024
Telefonráðgevingin broytt navn til "Spyr heilsufrøðingin"
Í dag broytir telefonráðgevingin hjá Gigni navn til "Spyr heilsufrøðingin".
Vit hava fyrr havt bróstagevings telefonráðgeving, men vit ynskja nú at víðka hesa tænastuna, soleiðis at bæði børn, ung og vaksin kunnu ringja, um tey ivamál, sum tey hava um teirra kropsligu og sálarligu heilsu.
Tað ber til at spyrja um alt, sum heilsufrøðingar arbeiða við. Tað kann vera í mun til smábørn, skúlabørn og í mun til foreldrauppgávuna. Tað er altíð best at spyrja sín egna heilsufrøðing í vanligari arbeiðstíð um tað, sum man ivast í, men onkuntíð hevur man tørv á skjótum svari, og tá er man vælkomin at ringja til telefonráðgevingina “Spyr heilsufrøðingin”.
Telefonin svarar gerandisdagar millum kl. 19-21.