Títt Rúm - hjartaliga tillukku við 10 ára hátíðarhaldinum!
20. januar 2023

Títt Rúm - hjartaliga tillukku við 10 ára hátíðarhaldinum!

Hevur tú eina mammu ella pápa, ið drekkur ov illa ella rúsar seg á annan hátt?
Tað er ikki bara tú, sum er í hesi støðu. Nógv børn og ung í Føroyum eru ávirkað av rúsdrekkatrupulleikanum hjá einum foreldri. Lívið í einari familju við hesum trupulleikum er ofta merkt av loyndarmálum, tøgn og skomm.
Vit mugu ikki tiga ella fjala hesar trupulleikarnar, men heldur varpa ljós á og bjóða børnum, ungum og øðrum avvarandi eitt rúm til at seta orð á, hvussu hesir trupulleikar hava ávirkað ella enn ávirka.
Títt Rúm er eitt tilboð til øll í aldrinum 0-35 ár, sum hava foreldur við rústrupulleikum, og familjur teirra. Títt Rúm bjóðar bólka- og einstaklingasamrøður, umframt foreldra- og familjusamrøður.
Í dag kundi Títt Rúm hátíðarhalda, at tað eru 10 ár síðani tey byrjaðu hetta virksemi.
Hjartaliga tillukku og takk fyri gott samstarv!
Les meira um Títt Rúm her.