Tríggir heilsufrøðingar fara frá aftaná drúgva arbeiðstíð
1. April 2022

Tríggir heilsufrøðingar fara frá aftaná drúgva arbeiðstíð

Í gjár var fráfaringarsamkoma fyri trimum heilsufrøðingum, sum hava arbeitt í skipanini í 31, 38 og 43 ár. Tað eru Jóhanna Danielsen, Elsa Vest og Elsa Mortensen.


Jóhanna hevur verið ímyndin av heilsufrøðingum á vestara armi á Skálafjørðinum. Hon hevur vitjað hvørja barnafamilju og havt samband við øll skúlabørnini har í 31 ár. Hetta hevur verið eitt arbeiðið, sum hon hevur røkt til lítar og sum børn, ung og barnafamiljur hava kunnað notið gott av. Í Gigni hava vit havt gleði av, at Jóhanna hevur fylgt væl við fakliga og hevur syrgt fyri, at fleiri av okkum eisini hava fingið ágóðan av hennara vitan.


Elsa Vest hevur verið heilsufrøðingur á Sandoynni í 38 ár. Hon varð sett í starv av Ríkisumboðnum í 1983. Hetta starvið hevur hon røkt við lív og sál, og tað er longu nú saknur í henni á Sandoynni. Elsa hevur eisini hjálpt til við at svara nógvum fyrispurningum, sum barnafamiljur og onnur havt. Eitt arbeiði sum vit eru glað fyri, at hon hevur røkt.


Elsa Mortensen varð sett í starv í 1979 og hevur starvast í Gigni í 43 ár. Hon varð ein av teimum fyrstu heilsufrøðingunum her á landi. Hon hevur starvast í høvuðsstaðnum, og vit vita, at hennara arbeiðið eisini hevur verið sera væl røkt. Eisini hevur hon havt til uppgávu í nógv ár at vera bólkaleiðari í Havn, sum til tíðir hevur verið ein krevjandi uppgáva. Tað eru vit sera takksom fyri. Elsa er eisini tann heilsufrøðingurin, sum hevur sett best við, tí tvær døtrar hjá Elsu hava lært til heilsufrøðing.


Tað er stuttligt at kunna fara frá aftaná so nógv ár og at brenna fyri sínum faki til síðsta arbeiðsdag. Tit hava við tykkara arbeiði og eldhuga verið til stóran íblástur bæði fyri heilsufrøðingar og leiðsluna í Gigni.


Vit í Gigni ynskja at takka tykkum trimum fyri tykkara stóra íkast til frama fyri børn, ung og barnafamiljur í Føroyum, har tit mangan hava givið meira, enn arbeiðið kann krevja.


Við hesum ynskja vit tykkum blíðan byr og Guðs signing í komandi tíðum.