Tveir føroyskir heilsufrøðingar fingið prógv
25. juni 2022

Tveir føroyskir heilsufrøðingar fingið prógv

Í vikuni fingu Karin Gaardlykke og Óluva Gunnarsdóttir prógv sum heilsufrøðingar. Tað er gleðiligt, at tað legst afturat hópinum av heilsufrøðingum í Føroyum.

Tað er ein long tilgongd at blíva heilsufrøðingur. Fyrst er neyðugt at verða sjúkrarøktarfrøðingur, síðani skalt tú hava minst 3 ára royndir, sum eru viðkomandi fyri fakið sum heilsufrøðingur. Tað kann t.d. vera á barnadeild, føðideild, barnapsykiatri ella í heimatænastuni. Eftir hetta tekur tað 1½ ár at nema sær serútbúgving sum heilsufrøðingur. Tað eru tveir skúlar í Danmark, sum útbúgva heilsufrøðingur, ein í Århus og ein í Keypmannahavn. Síðstu árini hevur tað verið møguligt at fingið nakað av undirvísingini á netinum. Hetta er ein fyrimunur fyri føroyingar, tí ofta eru tað sjúkrarøktarfrøðingar við børnum, sum ynskja at nema sær hesa útbúgvingina. Tá er tað ikki so lætt at fara av landinum í so langa tíð.

Karin Gaardlykke og Óluva Gunnarsdóttir hava báðar fingið starv sum heilsufrøðingar í Gigni. Karin fer at røkja eitt barnsburðarfarloyvisstarv í Skúlanum á Fløtum og Óluva fer at arbeiða á Sandoynni og í Havn.

Vit ynskja Karini og Óluvu hjartaliga tillukku við útbúgvingini og blíðan byr.