Ung sova ov lítið (1)
10. September 2022

Ung sova ov lítið

Ung sova sum heild ov lítið, tí tey brúka ov nógva tíð á snildfon, teldu, teldli ella sjónvarpi fyri songartíð. Hetta er m.a. niðurstøðan í einari nýggjari kanning hjá Statens Institut for Folkesundhed, sum júst er komin út.

Umleið helvtin av teimum spurdu í aldrinum 16-24 ár svaraðu í kaningini, at tey ikki sova nóg mikið, soleiðis at tey kenna seg hvíld dagin eftir. Tá ið tey vórðu spurd, hvørjar orsøkirnar vóru, svaraðu 80% av teimum ungu monnunum og 70% av ungu kvinnunum, at ein av orsøkunum til manglandi svøvnin var skíggjanýtsla fyri songartíð. Kanningin vísir á, at alt fleiri ung ikki megna at leggja skíggjan frá sær um kvøldarnar og tí eru troytt dagin eftir. Tøl vísa, at tað tíverri ikki sær betri út í Føroyum. 

Keldur:

https://www.folkaheilsa.fo/tiðindi/ung-sova-ov-litið

Ugens tal, uge 31 2022 (sdu.dk)