Vika sex - Hvussu kanst tú tosa við títt barn um kynssjúkur og fyribyrging? (1)
9. februar 2023

Vika sex - Hvussu kanst tú tosa við títt barn um kynssjúkur og fyribyrging?

Tøl vísa, at umleið 5% av ungum millum 18 og 22 ár, ið eru kynsliga virkin, eru smittaði við klamydia. Klamydia er ein av mest vanligastu kynssjúkunum millum ung. Yvir helvtin av teimum sum eru smittað við klamydia, merkja einki til at tey eru smittaði.

At nýta hít er góð verja móti bæði kynssjúkum og óynsktum barnsburði.

Áðrenn tannáringurin gerst kynsliga virkin, kann tað vera eitt gott hugskot eisini at tosa við sítt barn um kynssjúkur og fyribyrging, tá tit práta um kynslív. Av tí at hetta eru viðkvom evnir, er týdningarmikið at virða mørkini hjá barninum.

Eingin beinleiðis frymil er fyri, hvat ið kann sigast, men skilagott er ikki at gera ov nógv hóvasták burturúr  og t.d. siga “ein” í staðin fyri “tú”. Eisini er gott at tosa í einum løttum tóna.

Um tú veitst ella heldur, at tín tannáringur er kynsliga virkin, ella skjótt fer at verða tað, kundi tú keypt ein pakka av hítum til tannáringin. Greið eisini frá at til ber at tosa við læknan, um tørvur verður á aðrari fyribyrging enn hítum.

Heilsufrøðingurin á skúlanum hevur seksualundirvísing fyri næmingunum og kunnar m.a. um kynslív, kenslur, mørk, samtykki, kynssjúkur og fyribyrging.

Les meira um kynssjúkur og fyribyrging inni á heimasíðuni hjá Gigni.